Floksting hjá Tjóðveldi í Hósvík

25.03.2017 - 10:33
InnlendisPolitikkur
Floksting hjá Tjóðveldi í Hósvík
Landsstýrismálanevndin viðger eitt mál um, hvørt Høgni Hoydal landsstýrismaður segði ósatt fyri løgtinginum. Umrødda útsøgnin hoyrist her

Eyðsýnt er, at floksleiðslan er undir stórum trýsti bæði úr høgra og vinstra borði av uppskotinum um at nýskipa fiskivinnuna, sum bæði reiðarar og tey flestu verkafeløgini í landinum hava funnist hvassliga at. Eisini innanfloks hava harðar atfinningar verið móti bæði formanninum og nyskipanaruppskotinum - og orðaskiftið eftir formansfrágreiðngina fer kanska eisini at varpa ljós á tað.

Flokstingið verður hildið undir yvirskriftini "fólkaræði, fiskur og virðisvøkstur" - og tað er eisini ein ásannan av, at størsta málið í mong ár - eisini fyri flokkin sjálvan - er at fáa eina fiskivinnunýskipan framda, uttan at flokkurin sjálvur verður ov nógv skalaður av henni.

Landsstýrismálanevndin viðger eitt mál um, hvørt Høgni Hoydal, landsstýrismaður segði ósatt fyri løgtinginum, tá hann tann 8. mars segði, at eingin reiðari, sum hevur sítt virksemi í dag, noyðist at skerja tað, um nýskipanin verður framd.

Flokstingið hjá Tjóðveldi heldur fram til klokkan hálvum seks í kvøld og til ber at fylgja við á heimasíðuni tjodveldi.fo, har fundurin skuldi stroymast.

Stroymingin kann hoyrast her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363