Ynskja longri freist

bannari
28.03.2017 - 17:10
Innlendis›Vinna
Ynskja longri freist
Umboðini hjá vinnuni og fakfeløgunum í Fiskivinnuráðnum hava sett ynski fram um at hoyringsfreistin til at umrøða fiskivinnunýskipanina verður longd

Tað varð gjørt á fundi í Fiskivinnuráðnum seinnapartin í gjár.

Hoyringsfreistin var tríggjar vikur, og endaði í gjár, men tað er alt ov stutt skotbrá til at umrøða eitt so stórt mál sum fiskivinnunýskipanin er, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sum eisini umboðar Maskinmeistarafelagið í ráðnum.

Tað var Meginfelag Útróðrarmanna sum mælti til longri hoyringsfreist, og felagið fer at koma við sínum viðmerkingum seinni.

Fiskivinnuráðið hevði ikki nakra felags niðurstøðu til uppskotið um fiskivinnunýskipan, men felagið vísti á viðmerkingarnar sum hvør einstakur partur hevur til uppskotið.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður er samdur í at hoyringsfreistin var stutt til eitt so stórt og grundleggjandi uppskot. Og hóast hoyringsfreistin formelt endaði í gjár, so verða viðmerkingar sum koma til fiskivinnunýskipanina tiknar við í endaligu viðgerðina av uppskotinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666