- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tekur ikki undir við játtanarkarminum
05.04.2017 - 13:33
Innlendis›Politikkur
Tekur ikki undir við játtanarkarminum
Sonja Jógvansdóttir vil hava meiri pening til almannaøkið

Uttanflokkatingkvinnan, Sonja Jógvansdóttir, tekur ikki undir við uppskotinum um játtanarkarmar, sum tað er lagt fram.
Tað gjørdi hon greitt, tá hon helt røðu í tinginum fyri løtu síðani.
Sonja Jógvansdóttir, sum er avgerandi atkvøðan hjá samgonguni, segði, at hon vil hava størri játtan til almannaøkið, og fyritíðarpensjónistar skulu fáa 3.000 kr. meira um mánaðin.
Sonja Jógvansdóttir segði, at hon hevur gjørt vart við sína støðu í samgonguni.
Hoyr røðuna, sum Sonja Jógvansdóttir helt í tinginum um játtanarkarmarnar.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV














