Skil fiskin!

Skil fiskin! - Antitrust (6:9)
20-04-2017
Týðandi partur av fiskivinnukjakinum í hesum døgum er um, hvussu stóran part av fiskirættindum einstøk reiðarí skulu sleppa at hava.

Vøksturin hjá reiðaríum skal avmarkast, sigur landsstýrið. Grundgevingin er, at stórar fyritøkur kunnu spilla kappingina og ávirka politikarar.

Men, stór ósemja er um hvussu strammar hesar avamarkingar skulu vera. Serfrøðingar, vinnulívsfólk, andstøðupolitikarar og onkrir samgongupolitikarar leggja dent á, at ræðslan fyri stórum reiðaríum er ógrundað og at tað tvørturímóti kunnu vera búskaparligir fyrimunir við at geva teimum rúm at vaksa.

"Breaking Windows" var ein afturvendandi yvirskrift í USA um aldarskifti. Og tað vóru ikki vanlig glasvindeygu, sum skuldu brótast. Talan var um teldustýrisskipanina Windows hjá KT risanum Microsoft.

Tendraði tú eina teldu í 90'unum var tað í fleiri enn 9 av 10 førum at Windows kom fram á skíggjan. Microsoft átti tá heili 95 prosent av marknaðinum fyri stýrisskipanir, og eigarin Bill Gates var vorðin ríkasti maður í heiminum av tí sama. Harafturat hevði atburðurin hjá Microsoft yvirfyri øðrum veitarum ikki verið fyrimyndarligur. Í onkrum føri var fyritøkan løgd undir at beina fyri smærri kappingarneytum.

Monopolstøðan og monopolistiski atburðurin hóvaði ikki amerikonsku myndugleikunum. Microsoft var dømt at deila Windows forritið við aðrar fyritøkur - og harvið at minka um sín marknaðarpart.

Í flestu londum, sum hava marknaðarbúskap er tað púra vanligt, at kappingarreglur forða fyri, at einstakar fyritøkur fáa ov stóran marknaðarpart ella at tær á onkran hátt fáa fastatøkur í politisku skipanini. USA móti Microsoft er kanska mest glæsiliga dømi um, at sonevndar antitrust reglur hava verið brúktar at tálma vøkstrinum hjá eini fyritøku.

Í Føroyum hava vit nógv dømi um, at fáar og stórar fyritøkur ráða á einum marknaði. Hetta er galdandi fyri eitt nú peningastovnar, tryggingarveitarar, heilsølur, oljuveitarar, alifyritøkur og mangt annað.

Í fiskivinnuni sleppa reiðarí í dag at hava ræði á millum 20 og 35 prosent av veiðirættindunum, alt eftir hvønn skipabólk talan er um. Men, í sambandi við fiskivinnunýskipanina ætla bæði samgongan og sambandsflokkurin at herða avmarkingarnar.

Men KT vinnan í USA og fiskivinnan í Føroyum eru ikki heilt tað sama. Hjá Microsoft var talan um eina reiðiliga monopolstøðu. Soleiðis er ikki í føroysku fiskivinnuni í dag. Ein av høvuðsorsøkunum til sakina móti Microsoft var, at støðan kundi ganga út yvir amerikanska brúkaran. Hetta er heldur ikki viðkomandi í føroysku fiskivinnuni, tí politiska skipanin noyðist ikki at verja føroyska brúkaran móti reiðaríunum. Nógv størsti parturin av fiskinum, sum føroysk skip fiska, verður fluttur av landinum, og kemur sostatt ongantíð í samband við føroyska brúkaran.

Men hvørjir eru so fyrimunir og vansar við at leggja avmarkingar á, hvussu stóran part av veiðirættindunum einstøk reiðarí sleppa at hava?

Fleiri serfrøðingar hava víst á, at strangar anti-trust avmarkingar kunnu ganga út yvir kappingina á eini møguligari uppboðssølu, tí tey, sum hava rakt hámarkið, ikki sleppa at luttaka á uppboðssøluni.

Avmarkingarnar kunnu eisini forða fyri, at samfelagið fær ágóðar av stórrakstri, eitt nú at fleiri fólk við hægri útbúgving verða sett í starv, ella at vinnan av sínum eintingum fer í gongd við at menna nýggjar vørur. Nýskipanarnevndin nevnir í sínum áliti, at ein greið andsøgn er millum at avmarka støddina á fyritøkunum, og samstundis vilja hava virðisøking í fiskivinnuni.

Hinvegin er tað bara parturin av veiðirættindunum hjá einum reiðaríi - ikki sjálvt virði á reiðarínum - sum verður avmarkað. Tí er tað, á pappírinum, eingin avmarking í sambandi við menning av nýggjum vørum, og tí skuldi virðisøking verið møgulig, og enntá gagnlig, tá eitt reiðarí hevur rakt hámarkið. Men, tað er ein sannroynd, at størri fyritøkur hava betri førleika og orku at fara undir tílíkt royndarvirksemi, og tí er eingin ivi um, at anti-trust avmarkingar kunnu ganga út yvir virðisøkingina.

Tað eru eisini sannførandi grundgevingar fyri at hava eitt hámark.

Ein av teimum er, at spjaða samfelagsbúskaparliga váðan, skuldi tað verið, at vinnan fekk eitt álvarsligt bakkast. Letur landið øll egg í eina kurv - tað vil siga, at ein fyritøka fær ræði á ov nógvum í senn, og henda kemur illa fyri, so hevur tað størri samfelagsligar avleiðingar, enn um virksemi er býtt millum fleiri fyritøkur.

Eins og tað kann skeikla kappingina at hava ov strangar avmarkingar, so kann tað eisini ávirka kappingina, um kappingarreglurnar eru ov lagaligar. Antitrust avmarkingar kunnu sostatt eisini brúkast at stimbra kappingina, tí tær forða fyri, at tilfeingi endar á fáum hondum, og tryggja harvið eina fríari atgongdin til fiskivinnuna.

Og so er tað tann meira samfelagsliga ella politiska grundgevingin: at um fyritøkur vera ov stórar, so kunnu tær leggja trýst á politisku skipanina, og í ringasta føri skeikla fólkaræði.

Eisini hevur verið ført fram, at marknaðurin kann regulerast á annan hátt enn við antitrust avmarkingum. Kappingarregulerandi ásetingar og eitt styrkt kappingareftirlit kunnu møguliga eins væl og antitrust forða fyri, at kappingin ella politiska skipanin verður skeikla av stórum fyritøkum.

Kjakið um antitrust er ein endurspegling av kjakinum um marknaðarbúskap sum heild. Marknaðurin kann ikki fáa púra fríar ræsur, men ov nógv regulering hevur við sær, at marknaðartreytirnar ikki sleppa til sín rætt. Rætta loysnin er sostatt ein millumvegur. Tað sama kann sigast um støddina á fyritøkum.

Sleppa tær ótarnaðar at vaksa, kann tað hava samfelagsligsbúskaparligar ella politiskar avleiðingar. Men verður vøksturin tálmaður ov nógv, kann tað undirgrava upprunaliga endamálið, sum er at skapa lønsemi í vinnuni.

---

Tað tykist vera rættiliga breið politisk semja um, at onkur avmarking skal leggjast á reiðaríini. Ósemja er tó bæði um, hví avmarkingarnar hava týdning, og eisini um, hvussu høgt ella lágt hámarkið skal setast. Tíverri er eingin vinnuligur ella búskaparligur svarlisti, sum hevur rætta prosenttalið, og tí verður hetta ein politiskur spurningur.

Fyrsta uppskotið hjá samgonguni var, at einstøk reiðarí bara kunnu hava ræði á 12 prosentum av øllum veiðirættindum og millum 15 og 35 prosent av einstøkum fiskasløgum. Sambandsflokkurin vil geva fyritøkum eitt sindur størri rásarúm við 15 prosentum av samlaðu veiðirættindunum og 30 prosent av einstøkum fiskasløgum. Fólkaflokkurin skjýtur upp at verandi avmarkingar, sum liggja millum 20 og 35 prosent býtt á skipabólkar, heldur fram.

Skil fiskin!

Sending frá 2017.  Tíðin gongur og lógin um vinnuligan fiskiskap, sum størsta vinnan í Føroyum hevur virkað eftir í góð 23 ár, liggur í andaleypi. Føroyar skulu hava nýggja fiskivinnuskipan frá 1. januar 2018. Hetta hava vit hoyrt nógv um seinastu tíggju árini. Men hvussu eru vit komin higar? Hví hava vit í so langa tíð kjakast um hesa góðu nýskipan? Og hvat er tað, kjakast verður mest um, bæði millum politiskar flokkar og í almenninginum? Hesum spurningum fara vit at royna at svara í eini røð av sendingum um fiskivinnunýskipanina næstu vikurnar.
Politikarar tykjast rættiliga avgjørdir. Men hvussu vita teir, hvat er rætt og hvat er skeivt í sambandi við fiskivinnunýskipanina?
04-05-2017
Petur Steingrund og Herit Albinus grundgeva, hvussu vitanin hjá lívfrøðingum og búskaparfrøðingum er viðkomandi í fiskivinnunýskipanarkjakinum.
26-04-2017
Hanus Hansen og Magni Skaale grundgeva, hvussu vitanin hjá reiðarum og fiskimonnum er viðkomandi í fiskivinnunýskipanarkjakinum.
24-04-2017
Týðandi partur av fiskivinnukjakinum í hesum døgum er um, hvussu stóran part av fiskirættindum einstøk reiðarí skulu sleppa at hava.
20-04-2017
Fiskivinnukjakið hevur verið nógv merkt av spurninginum um uppboðssølu av veiðirættindum. Men hvørjir er fyrimunir og vansar við uppboðssølu?
12-04-2017
Fleiri politikarar ætla at skifta dagar út við kvotur í eini komandi fiskivinnuskipan. Men hvørjir eru fyrimunir og vansar við eini slíkari avgerð?
10-04-2017
Fiskivinnan kann vera burðardygg á ymiskar mátar. Men í summum førum stríðir eitt slag av burðardygd móti øðrum
05-04-2017
Allir politisku flokkarnir leggja dent á lívfrøðiliga burðardygd í eini komandi fiskivinnuskipan. Men hvussu kann málið røkkast?
03-04-2017
Fiskivinnunýskipanin er ein avleiðing av eini røð av hendingum seinastu 50 árini. Sendingin setir nútíðina í samband við søguligu hendingarnar
29-03-2017