Eykajáttan ikki neyðug til skaðan hjá Teistanum

23.04.2017 - 14:43
InnlendisPengar
Eykajáttan ikki neyðug til skaðan hjá Teistanum
Skaðin kostar 800.000 krónur, men hetta verður goldið yvir raksturin, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins

Óhappið hjá Teistanum í mars, tá hann bar við land á Gomlurætt, fer at kosta Strandferðsluni umleið 800.000 krónur.

Tað var 5. mars at Teistin bar við land á Gomlu Rætt, tí onnur skrúvan, ella asimutturin aktaði ikki. Skipið varð tikið úr sigling og fór á sleipistøð.
Teistin er ikki tryggjaður fyri slík smærri óhapp, og Strandferðslan rindar tí skaðan sjálv yvir raksturin, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816