Til Gotlands at stuðla og shoppa

bannari
24.06.2017 - 15:21
Ítróttur
Til Gotlands at stuðla og shoppa
Rannvá Sigfríðsdóttir og Alexandra Joensen eru í Visby og stuðla dóttir og systir teirra, Signhild Joensen, sum er á svimjilandsliðnum

Signhild Joensen er ein av okkara grovastu svimjarum, og hon hevur fleiri fjepparar við sær á oyggjaleikum.

Bæði mamma og systir hennara komu til Visby í gjár, og tær eru spentar til komandi vikuna.

Endamálið við ferðini er fyrst og fremst at stuðla Signhild og hinum svimjarunum, men umvegis google hevur Alexandra eisini funnið útav, at handilslívið í Gotlandi kann fara avstað við eitt sindur av tíðini. 

Signhild Joensen er tilmeldað í fimm kappingum umframt liðkappingunum. Hon og restin av svimjilandsliðnum byrja sínar kappingar mándagin.

Oyggjaleikirnir verða settir í kvøld, og fyrstu kappingarnar byrja í morgin. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342