Sjúkrahússtjórin: Arbeiðið ER farið í gongd

25.07.2017 - 18:20
Innlendis›Heilsa
Sjúkrahússtjórin: Arbeiðið ER farið í gongd
Sjúkrahússtjórin vil ikki hava atfinningarnar sitandi á sær, at hann er farin í feriu uttan at loysa trupulleikarnar á Føðideildini.

Tað er beinleiðis skeivt, tá ljósmøðrafelagið sigur, at onki er gjørt at loysa trupulleikarnar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum.

Gongd er sett á arbeiðið at útvega ljósmøðrunum nýggj høli, og ein arbeiðsbólkur er settur, sum skal viðgera, hvussu samstarvið skal koma at virka aftur á føðideildini.

Tað sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum.

Heilsu- og Innlendismálaráðið gav tann 14. juli leiðsluni á Landssjúkrahúsinum boð um at loysa samstarvstrupulleikarnar á føðideildini.

Og nakrar dagar frammanundan hevði sjúkrahússtjórin boðað frá, at farið verður aftur til skipanina, sum var á føðideildini innan 1. apríl.

Men Ljósmøðrafelagið fílist á, at onki hendir, tí leiðslan á Landssjúkrahúsinum er í feriu.

TAð gjørdi forkvinnan í Ljósmøðrafelagnum, Annika B. Hoydal, greitt í tíðindunum á middegi.

Les eisini: Undrast at leiðslan er farin í summarfrí

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040