Einki spæliland í Havn

10.08.2017 - 08:56
Innlendis›Politikkur
Einki spæliland í Havn
Áhugin hjá privatum at reka spæliland er lítil, sigur forkvinnan í mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð
Gunvør Balle er forkvinna í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð

Meðan býráðið í Klaksvíkar kommuna ætlar gera eitt innandura spæliland, hevur býráðið í Havn slept ætlanini um spæliland í høvuðsstaðnum.

Undanfarna býráð í Tórshavnar kommunu hevði ætlanir um spæliland í aðrariítróttarhøllíni í gamla kommunuskúlanum, sum nú verður umbygdur til lestrarbústaðir.

Men býráðið, sum tók við á nýggjárinum, hevur ongar slíkar ætlanir.

Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð sigur, at lítil áhugi er hjá privatum at gera og reka spæliland.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717