Seks nýggjar umsóknir

Seks nýggjar umsóknir
Seks nýggjar umsóknir eru til starvið sum tekniskur stjóri, upplýsir Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, og allar umsóknirnar eru nýggjar
 
08.05.2018 - 10:26

Líkt er nú til at Tórshavnar kommuna fær nýggjan tekniskan stjóra.

Hetta er triðju ferð, at kommunan søkir eftir tekniskum stjóra. Hinar báðar ferðirnar vóru eisini umsøkjarar, men kommunan metti ikki, at nakar av teimum var skikkaður til starvið.

Tí var søkt fyri triðju ferð, og tilsamans hava 17 fólk søkt starvið.

Ein setanarnevnd tekur sær av at seta starvið, og nú verður farið undir tiltgongdina at seta starvið sum tekniskur stjóri.

Tað fer at taka nakað av tíð, og Bjørgfríð Ludvig roknar ikki við, at starvið verður klárt at leggja fyri býráðið fyrr enn á býráðsfundinum, sum verður 20. juni.

Mikael Viderø var tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu frá í februar í 2015 til í november í fjør, tá hann fór úr starvinum.

Partarnir vóru ikki samdir um, hvussu tekniska økið hjá kommununi skuldi rekast, og tí fór Mikael Viderø úr starvinum.

Hann fekk tíggju mánaða fráfaringarløn, tá er feria tald við, upplýsti kommunustjórin tá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742