- Tíðindi, mentan og ítróttur
Línuskip kunnu koma illa fyri
Støðan hjá teimum 15 línuskipunum er, at nøkur teirra royna ikki við Føroyar í september og november, tí tey flestu eru í Grønlandi.
Tí klára tey seg við fáum fiskidøgum fram til nýggjárs.
Men onnur línuskip fiska við Føroyar í september og fara síðan til Íslands, Flemish Kap ella Grønlands eftir ársskiftið. Tí hava tey brúk fyri nógvum fiskidøgum nú.
Dømi er um skip, sum í januar í ár høvdu brúkt 80 prosent av sínum fiskidøgum.
Tí munar ein triðingur einki.
- Tað kann man slett ikki liva við. Eingin kann liva við tí, sigur Hálvdan Gudmundsen, sum er formaður í Felagnum Línuskip.
Skal staðsetast í tveimum lógum
Fiskidagarnir fyri komandi 12 mánaðirnar skulu staðsetast í tveimum lógum.
Ein triðingur skal útlutast nú, og restin skal vera partur av fiskivinnunýskipanini, sum er á veg í Løgtingið.
Tað heldur formaðurin í Felagnum Línuskip, Hálvdan Gudmundsen, lítið um.
- Vit fáa ikki lagt til rættis. Vit fáa bara lagt komandi fýra mánaðir til rættis, og so vita vit ikki meira, sigur hann.
Tak niður
Sí eisini