Plastikkið verður nú flutt til brennistøðina

02.09.2017 - 15:56
InnlendisSamfelag
Plastikkið verður nú flutt til brennistøðina
Tey 15 tonsini av plastikki og øðrum, sum tíðliga í summar vórðu savnað saman í Botnsmøl í Suðri, verða nú flutt til brennistøðina í Leirvík
Soleiðis sá út, tá sjálvboðin í summar fóru at rudda í Botnsmøl í Suðuroy

Tyrlan hjá Atlantic Airways flutti í dag burturkastið av mølini og niðan til Trongisvágs, nakað vestanfyri tunnilsmunnan til Hvalbiar.

Í næstu viku flyta kranabilar tað til IRF í Leirvík.

Otto Gram er ein teimum sjálvbodnu, sum vóru við í átakinum, og hann var eisini við í dag, tá ruskið skuldi fáast til høldar. Vit tosaðu við Otto Gram í dag.

Tú kanst eisini síggja d&v-innslagið, tá fólk tíðliga í summar savnaðu saman plastikk í Botnsmøl.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155