LGBT stovnar sjálvhjálparbólkar

05.09.2017 - 18:41
Innlendis›Samfelag
LGBT stovnar sjálvhjálparbólkar
Tunglyndi, angist og sjálvmorðstankar. Hetta er gerandisdagur hjá nógvum, sum eru samkynd ella hava aðra kynsliga sannføring enn hinskynd

Tað vísir kanning, sum LGBT í Føroyum hevur gjørt um sálarheilsuna hjá limunum í felagnum.

Nú verða sjálvhjálparbólkar stovnaðir við sálarfrøðingum, at hjálpa føroyingum við aðrari kynsligari sannføring.

Hoyr samrøðu við Jan-Terja Edmundsson er verkætlanarleiðara.

Felagið hevur við íblástri frá góðum royndum úr øðrum londum søkt stuðul til at seta sjálvhjálparbólkar á stovn í Føroyum, soleiðis at føroyskir LGBTarar somuleiðis kunnu fáa møguleika til at betra um sálarligu heilsuna.
Granskingarráðið hevur játtað 150-túsund krónur í stuðuli, - treytað av, at aðrir stovnar stuðla verkætlanini. Talan er um royndarverkætlan og sjálvhjálparbólkarnir verða skipaðir í Havn.

Tú kanst hoyra alla samrøðuna við Jan Terja Edmundsson í sendingini Góðanmorgun Føroyar í morgin.
 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213