Jokeren: Eg eri vaksin upp við skerpikjøti

08.09.2017 - 10:23
Innlendis
Jokeren: Eg eri vaksin upp við skerpikjøti
Jesper Dahl, sum í tónleikinum er kendur sum Jokeren, er ein av 12 nýggjum luttakarum í sjónvarpskappingini Vild med dans

Í kvøld byrjar sjónvarpskappingin Vild med dans, sum í kringvarpsskránni hevur heitið Dansifrøi.

Í fjør vann Sarah Mahfoud, sum hevur føroyska mammu.

Aftur í ár er ein luttakari, ið hevur føroysk ættarbond.

Jesper Dahl, í tónleikinum kendur sum Jokeren, er við í kappingini hesa ferð.

Hann var limur í Den Gale Pose, hann hevur havt fleiri hitt á egnum beinum og hevur eisini verið í sendingini Toppen af poppen og dómari í Talent.

Jesper Dahl hevði føroyskan abba.

- Eg eri vaksin upp við skerpikjøti, grind og spik og grindaknívi á vegginum, sigur Jesper Dahl, sum vónar, at føroyingar fara at stuðla sær, nú hann skal dansa saman við Mie Moltke.

Veddingarfyritøkurnar geva teimum ikki góðar vónir, men sjálvur heldur hann, at tey ikki standa aftanfyri hini pørini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Mikudag 14. januar
Ring munnrøkt kann elva til sjúku
202655
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498