Noyðist helst at skipa minnilutastjórn

12.09.2017 - 13:18
InnlendisPolitikkur
Noyðist helst at skipa minnilutastjórn
Kristiligi fólkaflokkurin vil ikki vita av Framburðsflokkinum, og tí kann verða torført hjá Ernu Solberg at skipa nýggja stjórn í Noregi
Erna Solberg heldur fram sum forsætisráðharri í Noregi

Erna Solberg, forsætisráðharri, noyðist helst at skipa eina minnilutstjórn, nú Kristiligi fólkaflokkurin hevur boðað frá, at hann fer ikki at styðja eina stjórn, har Framburðsflokkurin er við.

Tað sigur Jógvan Hugo Gardar, tíðindmaður í Oslo, eftir stórtingsvalið í Noregi í gjár.

Borgarligu flokkarnir varðveita stjórnarvaldið, og Erna Solberg hevur boðsent øllum fýra flokkum á fund um møguleikarnar at skipa stjórn.

Men Kristiligi fólkaflokkurin vil ikki vita av Framburðsflokkinum, og tí er ikki óhugsandi, at Høgriflokkurin skipar stjórn einsamallur, ella saman við Framburðsflokkinum, sigur Jógvan Hugo Gardar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687