Vøksturin kann koma frá øðrum økjum eisini

17.09.2017 - 18:24
InnlendisPolitikkur
Vøksturin kann koma frá øðrum økjum eisini
Lønargjaldingarnar í landsfyrisitingini eru øktar við 10,4 prosentum, men ein óvissa er í tølunum, sum nú skal útgreinast, sigur Hagstovan

Tað er ikki vist, at lønargjaldingarnar í landsfyrisitingini eru øktar við 10,4 prosentum, ein partur av vøkstrinum kann eisini koma frá øðrum økjum í almenna geiranum. 

Ein lítil óvissa hevur altíð verið í hagtølunum, men hon er vaksin seinastu árini, og skal nú útgreinast, sigur Gilli Wardum, stjóri á Hagstovuni. 

Vøksturin sæst í heystfrágreiðingini

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum fannst í gjár at, at løninarútgjaldingarnar í landsfyrisitingini eru øktar við umleið 15 milliónum, svarandi til 10,4 prosent í mun til í fjør. Tað sæst í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum. 

Kristina Háfoss landsstýriskvinna í Fíggjarmálum, vísti á, at talan neyvan er um ein so stóran lønarvøkstur í landsfyrisitingini, og hon hevur biðið Hagstovnu um at útgreina, hvat liggur í hasum tølunum. 

"Hagfrøðislig" óvissa

Hagstovan sigur, at ein partur av lutfalsliga stóra vøkstrinum í lønargjaldingunum til landsfyrisitingina, kann stava frá øðrum útgjaldingum, sum hoyra til onnur almen øki. Tá Hagstovan ger hagtøl av lønarútgjaldingum, so bólkar Hagstovan lønirnar í fýra høvuðsbólkar ella flokkar. Teir eru: landsfyrisitingin, kommunur og ríkisstovnar, undirvísing og heilsu- og almannaverk. Men tað er ein lítil partur av lønarútgjaldingunum, sum ikki nártúrliga kunnu bólkast í hesar flokkar. Hagstovan hevur valt at bólka hesar lønarútgjaldingar í hagtalsflokkin "landsfyristingin", tí Gjaldsstovan er bólkað her, og tað er Gjaldsstovan, sum rindar út allar lønir. Hesar restlønarútgjaldingarnar, sum eru ringar at bólka hagtalsfrøðiligt, eru øktar seinastu árini. Tí hava tær eisini størri týdning, og neyðugt er tí at útgreina, hví ein vøkstur er farin fram, sigur Gilli Wardum, stjóri á Hagstovuni. 

Hann vísur á, at tey hagtølini sum Hagstovan ger, eru ikki líka nágreinilig, sum t.d. ein landsroknskapur. Men Hagstovan roynir altíð at gera tey so greið sum gjørligt, og tá tølini broytast soleiðis, sum tølini í landsfyrisitingini hava gjørt, so er neyðugt at útgreina, hví tey broytast, sigur Gilli Wardum, stjóri á Hagstovuni. 

Lýsingin av hesum verður liðug um nakrar dagar.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. desember
RagnarRokk: Junior Bourcier um Atomik Train
201536
Mánadag 15. desember
Góðan morgun Føroyar
201507
Mánadag 15. desember
Morgunlestur mánadagur 15.desember 2025
200534
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424