Endurskoða útjavningarstuðulin

bannari
23.09.2017 - 12:54
Innlendis
Endurskoða útjavningarstuðulin
Neyðugt er at endurskoða útjavnignarstuðulin til flutning av farmi til og av útoyggjum, sigur landsstýrismaðurin.

Fyri at farmur kann koma undir reglugerðina, skulu sendarin og/ella móttakarin hava fastan bústað í útjaðaraøkinum sambært skrá hjá Landsfólkayvirlitinum.
Men neyðugt er at endurskoða reglugerðina, heldur Henrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum. Í svari til fyrispurning frá Jónleifi Johannesen, tingmanni, sigur Henrik Old: "Fyri at umgangast, at tey, sum hava adressu á útoyggj, men í roynd og veru búgva aðrastaðni, fáa part av útjavningarstuðlinum, verður neyðugt at endurskoða reglugerðina til dømis soleiðis, at kommunurnar sjálvar gera eitt yvirlit yvir, hvør veruliga er fastbúgvandi á ávísu oynni."

Játtanina til útjavningarstuðul er ein millión, men játtanin var uppi fyrr í ár, tí hevur landsstýrismaðurin biðið um hálva millión í eykajáttan. Landsstýrið situr í løtuni og arbeiðir við fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár, og Henrik Old, landsstýrismaður, ætlar at fáa meira pening settan av til útjavnignarstuðul til flutning á fíggjarlógini fyri 2018.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158