Sernám skal hava nýggjan stjóra sum skjótast

05.10.2017 - 08:54
InnlendisSamfelag
Sernám skal hava nýggjan stjóra sum skjótast
Bygnaðurin í Sernámi verður broyttur. Fyribils leiðsla til nýggjárs, segði Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, við Útvarpið 25.august:
Sernám hevur skúlan á Trøðni í Havn.

Hóast fyribilsleiðsla er sett til nýggjárs, verður nú søkt eftir stjóra til Sernáms at taka við 1.november ella skjótast gjørligt.

Umsóknarfreistin er bara tvær vikur. Hon er til 19.oktober, stendur í lýsingini hjá Mentamálaráðnum.  

Mentamálaráðið sigur, at hetta er áhugavert starv við nógvum spennandi avbjóðingum hjá teimum, sum brenna fyri sernámsfrøðiliga økinum og vilja slóða fyri góðum læri- og menningarmøguleikum hjá børnum og ungum við serligum tørvi.  

Annars er ein fyribils leiðsla sett at stýra Sernámi hetta árið.

Magnus Tausen er settur sum fyribils leiðari, Frida Poulsen sum fakligur leiðari og Anna Kass sum fíggjarleiðari í Sernámi.

35 fólk arbeiða í Sernámi, sum hevur ábyrgdina av at samskipa sernámsfrøðiligt virksemi og ráðgeva stovnum, skúlum og øðrum um børn og ung. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167