Teir spiltu møguleikan

bannari
06.10.2017 - 18:06
InnlendisPolitikkur
Teir spiltu møguleikan
- Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu møguleikan at gera meg til formann í Vinnunevndini, men nú er ov seint, sigur Jógvan Skorheim.

Bjørt Samuelsen avloysir nú Bjarna Hammer úr Javnaðarflokkinum sum forkvinna í Vinnunevndini.

Teir høvdu báðir møguleikan at vera formaður í vinnunevndini næstu tvey árini, men tá ið av tornaði atkvøddi bæði Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum og Jógvan Skorheim úr Sjálvstýri fyri, at Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi skuldi gerast forkvinna.

Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum og Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum skutu teir báðar upp sum formenn.

Sjálvstýri var í valbólki við samgonguni eftir valið í 2015, og Jógvan Skorheim sigur hetta vera orsøkina til, at hann atkvøddi fyri Bjørt Samuelsen, heldur enn at gera seg sjálvan til formann.

Formaðurin í Sjálvstýri heldur ikki at tilboðið frá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum var nógv vert í tólvta tíma.

Javnaðarflokkurin hevði eina avtalu við Tjóðveldi frá byrjan av samgonguskeiðnum um at býta formanssessin í Vinnunevndini millum sín. Men Bjarni Hammer hevði kortini ynskt, at hann slapp at sita sum formaður, tá ið nýggja fiskivinnuskipanin verður samtykt.

Og nýggja forkvinnan ætlar sær framvegis at sóknast eftir breiðari semju í løgtinginum um fiskivinnunýskipanina, sigur hon.

Nývalda forkvinnan í vinnunevndini leggur afturat, at tað enn eru fitt av hoyringarfundum, sum vinnunevndin skal avgreiða áðrenn uppskotið um fiskivinnunýskipan kann koma aftur úr nevndini. Tí kemur uppskotið ikki til 2. viðgerð í løgtinginum fyrr enn um nakrar vikur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444