Hetta er ikki rætta løtan at gera íløgur

bannari
12.10.2017 - 09:26
InnlendisPengar
Hetta er ikki rætta løtan at gera íløgur
Landsstýrið eigur helst at halda meira aftur, enn fíggjarlógin fyri næsta ár leggur upp til, heldur landsbankastjórin.

Búskapurin í Føroyum er rímiliga heitur.

- Tí eigur tað almenna kanska at halda aftur í teirra íløguparti júst nú, heldur Malan Johansen, sum er stjóri í Landsbankanum.

Brúka nógvar pengar

Landsstýriskvinnan Kristina Háfoss legði fíggjarlógina fram á tíðindafundi í fundarhølinum í Kvíggjartúni tann 29. september.

Landsstýrið væntar 408 milliónir krónur í avlopi. 

Rakstrarútreiðslurnar standa til at hækka 1,9 prosent, men tað verður meira enn tað, tí sáttmálarnir á arbeiðsmarknaðinum eru ikki gjørdir enn.

Íløguparturin veksur eisini.

- Tað er serliga tí, at Glasir skal gerast liðugt, og vit fara eisini ígongd við eitt nýtt havrannsóknarskip, umframt at íløgur eisini verða gjørdar á sjúkrahúsinum, segði landsstýriskvinnan tá.

Men landsbankastjórin heldur, at landsstýrið eigur at bíða við nøkrum íløgum.

- Eg veit ikki, um vit gera ov stórar íløgur, men timingin er kanska ikki røtt. Tað skulu íløgur til, eisini hjá tí almenna fyri at viðlíkahalda alt tað almenna kompleksið, so spurningurin er kanska meira, nær man ger íløgurnar, sigur hon.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502