Mangla 6 milliónir krónur

12.10.2017 - 10:14
InnlendisSamfelag
Mangla 6 milliónir krónur
Pengarnir hjá Landssjúkrahúsinum eru uppi, Sirið Stenberg fer á fund við Fíggjarmálaráðið mánadagin

Landssjúkrahúsið koyrir á lægsta blussi. Allar skurðviðgerðir, sum kunnu bíða, eru útsettar til januar 2018, segði sjúkrahússtjórin í gjár, mikudagin 11. oktober.

Tað fara helst at mangla 6 milliónir krónur í, tá ið avtornar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sum fer á fund við Fíggjarmálaráðið mánadagin.

Tað skulu helst sparast undir ein millión, sigur Sirið Stenberg, sum vil hava hjálp frá Fígjarmálaráðnum at loysa trupulleikan. 

Hoyr samrøðuna við landsstýriskvinnuna her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949