Vælkomin á Café René

27.10.2017 - 11:17
ListLeiklist
Vælkomin á Café René
Gøtufólk fara nú at vísa leikin 'Allo 'Allo. Leikarar og pallur eru klár til frumframførsluna sunnudagin, sigur Súsanna Tórgarð, leikstjóri

Í vár gjørdi sjónleikardeilidin í Losjuni í Gøtu av, at tey skuldu seta upp kenda skemtileikin 'Allo Allo!'. Skuldi hetta bera til, so máttu tey skaffa serligar hermannabúnar, og tey fingu samband við eina enska fyritøku 'Khaki Devil', sum leigar út hermannabúnar til sjónleikir, filmir o.a. um allan heimin. Tey levera alt, eisini flottu stivlarnar sum hoyra til.

Hoyr samrøðuna við leikara, pallsmiðir, formann og leikstjóra, har søgan um stivlarnar eisini verður søgd :)

Tosað verður við Súsonnnu Tórgarð, leikstjóra, Katrinu Eyðunsdóttir Hansen, leikara, Nikolaj Falck og Klæmint Isaksen, pallsmiðir og Eyðun Hansen, sum er formaður í felagnum Losjan Glottin.

Les meira á facebooksíðuni hjá Losjuni

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871