Lúsateljingar ikki almennar enn

31.10.2017 - 13:32
InnlendisSamfelag
Lúsateljingar ikki almennar enn
Tann 1. oktober skuldu lúsateljingar, sjúkur og viðgerðarháttir í alivinnuni almannakunngerast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni

Hóast landsstýrismaðurin í Vinnumálum leingi hevur havt eitt greitt ynsku um at millum annað lúsateljingar skulu vera almennar, er tað ikki eydnast hansara egna ráðið at lýsa kunngerðina, sum skal verða karmurin um almannakungeringina enn.
Vit koma helst út í januar í 2018, áðrenn alt er klárt, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í heilsumálum


Frá 1. oktober í ár skuldu sjúkur, viðgerðarháttir og lúsatøl í alivinnuni almannakunngerast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiliu Starvstovuni.
Tað samtykti løgtingið, eftir at Poul Michelsen landsstýrismaður legði uppskot um broyting til løgtingslóg um djórasjúkur fyri tingið tann 13. juli í ár.

Men enn eru einki almannakunngjørt á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni.
Avbjóðingin er at fáa viðgerðarháttirnir við, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður
Hinvegin eru lúsatølini klár - tey kunnu tó ikki almannakungerast fyrr enn vinnumálaráðið hevur lýst eina kunngerð, sum skal áseta nærri reglur um almannkunngerðinga av hesum upplýsingum.

Sambært lógartekstinum skal lansstýrismaðurin áseta í kunngerð nærri reglur um almannakunngering av upplýsingum sum kunnu fevna um m.a.: heilsusfrøðiligu støðuna hjá fiski íroknað sjúkur og sjúkuslag og lús á laksi
medisinskar viðgerðir: slag, nøgd og dosu,
mekaniskar viðgerðir (t.d. heitvatn og spularar,)
alternativar viðgerðir (t.d. rognkelsi),
flytførar laksalýs, (miðal per fisk), kynsbúnar laksalýs (miðal per fisk), Tal av fiski á alibrúki og Slopnan fisk.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730