Føroyar besta smátjóð í talvi

18.11.2017 - 20:55
ÍtrótturAnnar ítróttur
Føroyar besta smátjóð í talvi
Føroyar vunnu EM-finalu fyri smátjóðir í talvi seinnapartin, við einum sigri á Andorra.

Andorra lá á øðrum plássi undan dystinum. Monako tryggjaði sær annaðplássið og Andorra endaði nummar trý orsaka av ósigrinum fyri Føroyum.

Talan er um eina rættiliga sterka kapping, sigur Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandi Føroya. Alt bendi á, at tað vóru tvær sera javnar manningar, sum hittust í finaluni í dag. Vertslandið Andorra hevur ikki verið so frammarlaga í talvi sum nú. Men hyggur tú nærri at liðnum, sæst, at telvarar uttaneftir hava styrkt liðið.

De La Riva og Aloma Vidal eru báðir spaniólar úr Katalonia. Annar stórmeistari og hin altjóða meistari. De La Riva var í 2003 spanskur meistari. David Norwood er bretskur stórmeistari, og var longu í 1993 nógv brúktur sum serkønur í BBC-sjónvarpinum, tá ið Kasparov og Short telvaðu HM-finalu í London. De La Riva og Norwood hava telvað við Andorra í nøkur ár, men Aloma Vidal er nýliga komin aftrat. Hesir eru stórmeistarar og altjóða meistari.

Føroyska liðið tyktist undan dystinum at vera komið á lagið eftir eina treka byrjan. Helgi Dam Ziska, Høgni Nielsen og John Rødgård vóru allir ósigraðir. Rógvi hevði ikki fingið glið á í sama mun sum hinir. Tí var tað serliga gleðiligt, at tað júst var sigurin hjá Rógva Nielsen við svarta fólkinum á triðja borði, sum tryggjaði Føroyum fyrsta plássið í dag.

Andorra Føroyar
GM De La Riva 2482 GM Helgi Dam Ziska 2543
GM Norwood 2505 FM Høgni E. Nielsen 2354
IM Aloma Vidal 2440 FM Rógvi E. Nielsen 2340
FM Raul Garcia 2150 IM John Rødgård 2332

 

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590