Nú svara sjúkrarøktarfrøðingarnir aftur

19.11.2017 - 16:43
InnlendisPolitikkur
Nú svara sjúkrarøktarfrøðingarnir aftur
- Fíggjarmálaráðharrin dugir væl at sminka tøl, sigur forkvinnan í Felagnum Fyri Sjúkrarøktarfrøðingar

Fíggjarmálaráðharrin ákærir sjúkrarøktarfrøðingar fyri at seta lív í váða við at víðka arbeiðssteðgin týsdagin. Hetta vísir heilt greitt, at Fíggjarmálaráðið als ikki skilir, hvussu álvarsom støðan hjá sjúklingunum longu er. Vit kunnu ikki longur standa og hyggja at, meðan arbeiðssteðgurin rakar sjúklingin.


Soleiðis stendur at lesa í tíðindaskrivi, sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur sent miðlunum seinnapartin.


Óluva í Gong, forkvinna í felagnum, sigur, at felagið heldur fast í ætlanini, at leggja alt sjúkrahúsverkið lamið týsmorgunin:


- At víðka arbeiðssteðgin kann vónandi fáa Fíggjarmálaráðið at skilja álvaran.


- Fíggjarmálaharrin dugir væl at sminka tøl. Tað tykist, sum teirra samráðingarútspøl eru meira ætlað at geva teimum góðar yvirskriftir í miðlunum aftaná, enn til at finna semju undir samráðingunum, stendur í tíðindaskrivinum.


- Tað ljóðar av nógvum, at vit fáa bjóðað 4.000 kr. á endastignum, men tá man samstundis viskar burtur allan starvsaldur hjá okkara limum, so ganga tað 8 ár, áðrenn vit síggja hendan peningin, sigur felagið og vísir á, at talan er um manipulatión við tølum, og at tað er nakað, sum hevur merkt alla samráðingartilgongdina.


- Bæði í miðlunum og undir samráðingunum hevur Fíggjarmálaráðið borðreitt við villeiðandi tølum, og nú er nóg mikið, boðar felagið frá.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400