Hálva millión til sjúkrarøktarfrøðingavikarar

Hálva millión til sjúkrarøktarfrøðingavikarar
Sjúkrahúsverkið brúkti hálva millión krónur í 2021 til sjúkrarøktarfrøðingavikarar.
 
29.06.2022 - 11:16

Í 2021 brúkti Sjúkrahúsverkið hálva millión krónur til sjúkrarøktarfrøðingavikarar. Í 2020 var talið 585.000 kr.

Talan er um sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava serútbúgving í neonatalari tilbúgving. Tað vil siga sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru um børn, sum eru fødd fyri tíð.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu.

Hann sigur, at Sjúkrahúsverkið søkir vanliga bara eftir sjúkrarøktarfrøðingum, sum hava serútbúgving, umvegis vikarstovu.

Hetta er, tá als eingin vón er um at fáa vaktirnar settar á vanligan hátt. 

Sjúkrahúsverkið útvegar vikarunum bústað, men ikki kost.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at um sjúkrarøktarfrøðingur sigur seg úr starvi fyri heldur at fáa vaktir frá vikarstovu í sjúkrahúsi í nærumhvørvinum, seta vikarstovurnar ta treyt, at viðkomandi fyrst skal í seks mánaða karantenu. 

Sjúkrahúsverkið kann ikki seta sjúkrarøktarfrøðing í fast starv uttanum vikarstovu í trý ár eftir, at viðkomandi hevur arbeitt sum vikarur fyri vikarstovu í Sjúkrahúsverkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514