Ymisk á máli um pensjónsnýskipanina

19.11.2017 - 09:46
Innlendis›Politikkur
Ymisk á máli um pensjónsnýskipanina
Í gjár var almennur fundur í Norðurlandahúsinum um uppskotið hjá samgonguni um pensjónsnýskipanina

Norðurlandahúsið var í gjár karmur um almennan fund um pensjónsnýskipanina. Millum annað løgdu landsstýriskvinnurnar Eyðgunn Samuelsen og Kristina Háfoss fram uppskotið um pensjónsnýskipan.


Áhugin fyri tiltakinum var miðalgóður, og tað var, sum væntað, eldra ættarliðið, sum var best umboðað.


Áhoyrararnir vóru ymiskir á máli, hvørt uppskotið um nýggju pensjónsnýskipanina er eitt gott hugskot ella ikki.


- Um endamálið er, at tey, sum hava minstu pensjón frá arbeiðsmarknaðinum, skulu hava meir, so eru ikki nógvir aðrir mátar at gera hetta uppá, helt Tommy Petersen fyri.


Jóhan Karl Dam var av eini aðrari fatan:


- Tað ljóðar sindur ørkymlandi, tað, sum tey eru í holt við nú. Mest ørkymlandi er, hví tey eru farin í holt við grundupphæddina í hesum fortvivlaða prosjektinum, sum eg haldi tað er, segði Jóhan Karl Dam.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541