Samhaldsfasti dupultskattaður

Samhaldsfasti dupultskattaður
Tá fólk rinda til Samhaldsfasta, er inngjaldið skattað frammanundan, og útgjaldið úr grunninum verður eisini skattað.
 
19.10.2018 - 12:17

Samhaldsfasti verður skattaður bæði við inngjald og útgjald. Tað váttar Taks, nú orðadráttur aftur er um dupultskatting av stóra arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum.

Tað merkir, at tá fólk fáa løn útgoldna, verða skattur og arbeiðsmarknaðargjald tikið av lønini. Síðani verður arbeiðsmarknaðargjaldið flutt í grunnin, Samhaldsfasta. Tað vil siga, at skattur eisini verður goldin av upphæddini sum fer í Samhaldsfasta.

Í lógini fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, sum er frá 1991, stendur: Fæ grunsins verður fingið til vega við, at allir persónar árliga rinda grunninum ein prosentpart av teirri inntøkuni, sum myndar grundarlagið undir skattaútrokningini, og allir arbeiðsgevarar árliga rinda grunninum ein prosentpart av útgoldnum A-inntøkum. Fyri persónar og arbeiðsgevarar er ásetti prosentparturin í ár 2.50 prosentstig og frá 1. januar í 2019 hækkar gjaldið upp í 3 prosentstig av lønini.

Útgjaldið skattað sum vanlig inntøka

Í svari til Kringvarpið sigur Taks, at inngjaldið til Samhaldsfasta ikki verður skattað, eins og eftirløn verður skattað við inngjald.

Men hinvegin, so er talan um skattaðar pengar sum verða inngoldnir við tað, at tað ikki er drigið frá inntøkuni, áðrenn hon verður skattað.

Og so verður lagt afturat, at útgjaldið úr Samhaldsfasta verður skattað sum vanlig inntøka.

Ein órimilig skipan, siga summi

Tað hevur leingi verið umrøtt, at tað er órímiligt at skattur verður goldin bæði av inngjaldinum til Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og av útgjaldinum úr grunninum.

Joen Magnus Rasmussen, tingmaður hjá Fólkaflokkinum hevur lagt eitt uppskot fyri løgtingið um at broyta skipanina, so tey sum fáa úr Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum, ikki rinda skatt av tí upphæddini. Tað hevði givið pensjónistunum 2.000 krónur meir um mánaðin.

Tað mælir hann til, tí pengarnir, sum fara í grunnin, eru skattaðir frammanundan.

Rinda skatt av skatti

Saman við uppskotinum eru útrokningar, sum vísa, hvussu tað kann gerast. Men talan er um stórar upphæddir, tí landið fer at fáa 76 milliónir krónur minni og kommunurnar góðar 100 milliónir krónur minni í inntøku í 2019, um uppskotið verður samtykt.

Joen Magnus Rasmussen vísir í viðmerkingunum á, at sum skipanin er í løtuni, so er talan um at rinda skatt av skatti.

Tað er ein feilur sum eigur at verða rættaður skjótast gjørling.

Fyrst gera útgjaldið skattafrítt

Bæði kommunur og land fáa nógv meira inn í skatti í ár, og tí er rætta løtan at gera broytingina.

Men fyri ikki at gera alt ov stórar broytingar í einum verður mælt til, at fyrsta stigið verður at gera Samhaldsfasta skattafrían við útgjald, er tilmælið frá Joen Magnusi Rasmussen, tingmanni. 

Uppskotið er umrøtt í løgtinginum og verður nú umrøtt í fíggjarnevndini.

Taks upplýsir eisini, at inngjaldið til Samhaldsfasta kundi verið uppgjørt í skattinum eins og gjaldið til Barsilsskipanina, ALS og til Heilsutrygd, so fólk vistu, hvussu nógv tey rinda til Samhaldsfasta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. november
LEITISSTEIN 19.11.2024 (Silvurdrongur)
183877
Týsdag 19. november
Breddin: Nýggj integratiónslóg
183846
Týsdag 19. november
Morgunlestur týsdagur 19.november 2024
183769
Mánadag 18. november
Tíðarrák (4:5)
183793
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. november
Veðrið
183867
Týsdag 19. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183834
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825
Sunnudag 17. november
Guðstænasta úr Tvøroyrar kirkju
183749