Fríggjadagurin verður lagnudagurin hjá nýskipan

06.12.2017 - 12:40
InnlendisPolitikkur
Fríggjadagurin verður lagnudagurin hjá nýskipan
Onnur viðgerð er á skránni fyri tingfundin kl.09.30 fríggjadagin. Løgtingsformaðurin boðaði á fundinum í dag frá skránni á næsta fundi:
Millum annað hetta skal løgtingið atkvøða um fríggjadagin.
Mynd: Kringvarp Føroya  

Fríggjadagurin verður avgerandi fyri nýggju fiskivinnunýskipanina hjá landsstýrinum.

Tá skal løgtingið eftir ætlan endiliga atkvøða um uppskotið, sum er nógv broytt, síðani Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði tað fram 14. september.

Vinnunevndin varð liðug við málið mánakvøldið.

Onnur viðgerð verður fríggjadagin.

Tá tingfundurin fyrrapartin endaði, boðaði Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, frá næsta tingfundi.

Seinasta málið, løgtingsformaðurin nevndi, er uppskotið hjá Miðflokkinum um at leingja galdandi veiðiloyvi, so betri stundir vera at viðgera fiskivinnunýskipanina. 

Tingfundurin í dag var stuttur, hann vardi bara hálvan tíma, hóast 13 mál vóru á skránni.

Men tey vórðu øll avgreidd við atkvøðugreiðslum uttan orðaskifti, og øll vórðu tey samtykt.  

  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815