Landsstýrið fær kunningina um kunngerðirnar í dag

Landsstýrið fær kunningina um kunngerðirnar í dag
Nakrar kunngerðir greina nýggju fiskivinnulógina
Drúgvur landsstýrisfundur er í dag um fiskivinnukunngerðirnar.
 
29.12.2017 - 12:59

Landsstýrið fær í dag kunning um tær 18 kunngerðirnar, sum Fiskimálaráðið ætlar at lýsa fyri nýggjár.

Landsstýrisfundurin byrjaði klokkan hálvgumtíggju. 

Hann verður neyvan liðugur fyrr enn klokkan tvey, frættist av Tinganesi.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, segði í gjár, at kunngerðirnar verða lýstar í dag ella í morgin.

Tær hava verið til ummælis í Fiskivinnuráðnum, sum viðgjørdi tær 21.desember og 27.desember.

Tær hava eisini verið til ummælis hjá Vørn og øðrum, sum ikki hava fólk í Fiskivinnuráðnum. 

Hvørt ár

Nakrar kunngerðir eru kunngerðir, sum verða broyttar hvørt ár.

Aðrar kunngerðir eru nýggjar og eru gjørdar sambært lógini um fyrisiting av sjófeingi, sum kemur í gildi á nýggjárinum.

Allar tær kunngerðirnar koma ikki nú, sigur Høgni Hoydal. Millum annað kemur kunngerðin um uppboðssølu í januar. 

Vørn er farið at fyrireika seg til nýggju skipanina.

Ognarviðurskifti váttast

Í gjár kunngjørdi Vørn, at váttan um ognarviðurskiftini skal við, tá søkjast skal um fiskiloyvi í 2018.

Vørn boðar frá, at skip, sum søkja um fiskiloyvi í 2018, skulu senda váttan um ognarviðurskifti sambært lógini um fyrisiting av sjófeingi.

Tey skulu eisini vátta, at skipari og manning fáa hýru sambært sáttmálunum hjá føroysku manningarfeløgunum.

Treytin um váttan um ognarviðurskifti er ikki galdandi fyri bátar í bólki fimm.

Í bólki fimm eru útróðrarbátar minni enn 15 tons, sum fiska við húki.

Fiskiloyvið kostar 500 kr.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858