Óvist hvussu verkfallið ávirkar

11.12.2017 - 13:42
InnlendisSamfelag
Óvist hvussu verkfallið ávirkar
Seinnapartin verður greitt, hvussu verkfallið hjá pedagogunum fer at ávirka til dømis barnagarðar og bústovnar kring landið.

Kommurnar fóru á fund klokkan eitt at taka støðu til, um stovnar skulu stongja undir verkfallinum.

Foreldur og avvarðandi mugu brynja seg við toli, nú minni enn eitt samdøgur er til, at verkfallið hjá pedagogunum byrjar. 

Kommunurnar kunnu nevniliga framvegis ikki siga, um barnaansingarstovnar og frítíðarskúlar hava opið, ella um neyðugt verður at stongja, tá verkfallið byrjar.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur kallað kommunurnar á fund klokkan eitt at viðgera støðuna, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn og forkvinna í kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

- Tað er eingin avgerð tikin enn. Tað er nú soleiðis, at nevndin í kommunala Arbeiðsgevarafelagnum skal hittast klokkan 12 at umrøða støðuna, og hvat vit gera. Kommunufelagið hevur so eisini fund klokkan 13 í dag fyri at umrøða hesa íkomnu støðuna, og hvat man ger, sigur hon.

Meta um trygdina

Tað er serliga trygdin á stovnunum, sum verður avgerandi fyriu støðuna hjá kommununum.

- Fyrst og fremst er tað jú trygdin, og um tað er ábyrgdarfult at lata stovnarnir hava framvegis opið, hóast leiðarar og varaleiðarar ikki eru til arbeiðis. 

Enn er ógreitt, um kommunurnar fara at taka eina felags støðu viðvíkjandi tí, um stovnar skulu hava opið ella ikki. 

- Tað eru kanska ymisk viðurskifti í teimum ymsu kommunum, so tað er týdningarmikið at hoyra allar kommunurnar siga sína hugsan, og at man hevur eina rímiliga felags støðu til tað, sigur Annika Olsen.

Eingin stovnur stongir

Hjá Almannaverkinum sum m.a. hevur bústovnar undir sær, sita tey í løtuni og viðgera støðuna. Greitt er longu nú, at ongin stovnur stongir, men tað kann koma upp á tal at gera onkrar tillagingar, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.  

Hann sigur eisini, at tey seint seinnapartin fara at gera av, hvørjar tillagingar møguliga skulu gerast í sambandi við verkfallið.

Umleið 160 limir í Føroya Pedagogfelag fara í verkfall í morgin. Hetta eru leiðarar, varaleiðarar og samskiparar á stovnum hjá kommunum og undir Almannaverkinum.

Verkfallið byrjar klokkan 7 í morginári.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138