- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvat er og hvat ger ein námsfrøðingur
10.01.2018 - 10:23
Lívsstílur
Hvat er og hvat ger ein námsfrøðingur
Nú verkfallið fer inn í sína fimtu viku kanna vit, hvør søgan og hvør støðan er hjá pedagogunum í Føroyum
Eina ferð varð tosað um eina goymslu, síðan varð tosað um ansing, og nú verður tosað um menning. Pedagog-yrkið og námsfrøðin er nógv broytt tey síðstu 100 árini. Spurningurin er, um vit vita nóg væl, hvat ein pedagogur er, og hvat hann ger. Hvør er bakgrundin, hvør er søgan, og hvør er støðan hjá pedagogum í dagsins samansetta samfelag.
Annika Antoniussen, útbúgvingarleiðari, Sigrið Vesturgarð, lektari í námsvísind, og Jóhannes Miðskarð, ph.d., greina økið fyri okkum. Innslagið varð sent í Nón tann 8. januar, tá tematýsdagurin m.a. var um námsfrøði og arbeiðssteðgin hjá pedagogum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV