- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikan
Bæði veður og politikkur hevur verið óstøðugt og dramatiskt hesa vikuna.
Stórur spenningur hevur verið um kommunuvalið í nógvum kommunum, men hvussu liggja brikkarnir í talvinum um valdið valið er farið afturum. Tað er millum evnini, ið vikupanelið skiftir orð um.
Fríggjadagin í síðstu viku var breið semja undirskrivað um suðuroyartunnilin, men hesa vikuna talaði Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum at verkætlanini. Landsbankin tekur fyrivarni fyri útrokningargrundarlagnum av tunnilsprísinum, sum er misvísandi, eitt nú tí ferðaseðlaprísirnir fyri verandi farleið ikki eru prístalsviðgjørdir. Landsbakin vísur harumframt enn einaferð á, at haldførið hjá landskassanum er ov vánaligt til at fara undir eina so stóra verkætlan nú. Tað hugleiðir vikupanelið, mannað við Sámal Matras Kristiansen, Ragnar Joensen og Barbara Holm, um.
Hon er grøn í sínum politikki og tann yngsta nakrantíð í sínum nýggja sessi. Hon fekk flestar atkvøður í landsins størstu kommunu, og næstu fýra árini skal hon fáa idealismu og realismu at ganga upp í eina hægri eind.
Hvør er nýggi borgarstjórin í Havn? Elsa Berg er vikugestur.
Og Armgarð Arge leggur Vikuna á Skák.