- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samhugaverkfall verður mánamorgunin
Mánamorgunin fara 21 fakfeløg í samhugaverkfall við Pedagogfelagnum.
Hoyr samrøðu við Herálv Jacobsen, formann í Lærarafelagnum og talsmann fyri Fakfelagssamstarvið (tað eru Starvsmannafelagið, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya Sjúkrarøktarfrøðifelag, Akademikarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag)
FAKTA
Hesi 21 fakfeløg fara í samhugaverkfall mánamorgunin:
- Maskinmeistarafelagið
- Ljósmøðrafelag Føroya
- Heilsurøktarafelagið
- Ergoterapeutfelagið
- Magistarafelag Føroya
- Føroya Tekniska Lærarafelag
- Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
- Starvsmannafelagið
- Bioanalytikarafelagið
- Heilsuhjálparafelag Føroya
- Føroya Handverkarafelag
- Landsfelag Handverkaranna
- Yrkisfelagið Miðnám
- Føroya Lærarafelag
- Havnar Arbeiðskvinnufelag
- Fysioterapeutfelag Føroya
- Føroya Verkfrøðingafelag
- Føroya Byggifrøðingafelag
- Arkitektafelagið
- Skipara- & Navigatørfelagið
Starvsmannafelagið, sum er størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, avmarkar tó sítt samhugaverkfall til hesar stovnar undir landinum:
- Almannamálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
- Almannaverkið
- Dugni
- Fíggjarmálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
- Fiskimálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
- Heilsu- og Innlendismálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
- Heilsufrøðiliga Starvsstova – bert eftirlitisfólkini
- Løgmansskrivstovan (bert aðalráðið sjálvt)
- Føroya Løgting
- Mentamálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
- Samferðslumálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
- Skúlin á Trøðni
- Strandferðslan – bert siglandi fólki – vísandi til §45a um minimum sigling
- Uttanríkis- og Vinnumálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
Samstundis boðar Starvsmannafelagið í serskiltari fráboðan til Kommuna Arbeiðsgevarafelag frá tilsvarandi samhugaverkfalli fyri allar limir felagsins, sum arbeiða hjá kommununum, kommunalum felagsskapum og kommunalum dagrøktarskipanum.
Tak niður
Sí eisini