Samhugaverkfall verður mánamorgunin

12.01.2018 - 12:41
InnlendisPolitikkur
Samhugaverkfall verður mánamorgunin
Mánamorgunin 15. januar fara 21 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum í samhugaverkfall við Føroya Pedagogfelagi.
21 fakfeløg fráboða samhugaverkfall at koma í gildi mánamorgunin
Mynd: Pedagogfelagið  

Mánamorgunin fara 21 fakfeløg í samhugaverkfall við Pedagogfelagnum.

Hoyr samrøðu við Herálv Jacobsen, formann í Lærarafelagnum og talsmann fyri Fakfelagssamstarvið (tað eru Starvsmannafelagið, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya Sjúkrarøktarfrøðifelag, Akademikarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag)


FAKTA

Hesi 21 fakfeløg fara í samhugaverkfall mánamorgunin:

  • Maskinmeistarafelagið
  • Ljósmøðrafelag Føroya
  • Heilsurøktarafelagið
  • Ergoterapeutfelagið
  • Magistarafelag Føroya
  • Føroya Tekniska Lærarafelag
  • Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Starvsmannafelagið
  • Bioanalytikarafelagið
  • Heilsuhjálparafelag Føroya
  • Føroya Handverkarafelag
  • Landsfelag Handverkaranna
  • Yrkisfelagið Miðnám
  • Føroya Lærarafelag
  • Havnar Arbeiðskvinnufelag
  • Fysioterapeutfelag Føroya
  • Føroya Verkfrøðingafelag
  • Føroya Byggifrøðingafelag
  • Arkitektafelagið
  • Skipara- & Navigatørfelagið

 

Starvsmannafelagið, sum er størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, avmarkar tó sítt samhugaverkfall til hesar stovnar undir landinum:

  • Almannamálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
  • Almannaverkið
  • Dugni
  • Fíggjarmálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
  • Fiskimálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
  • Heilsu- og Innlendismálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
  • Heilsufrøðiliga Starvsstova – bert eftirlitisfólkini
  • Løgmansskrivstovan (bert aðalráðið sjálvt)
  • Føroya Løgting
  • Mentamálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
  • Samferðslumálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)
  • Skúlin á Trøðni
  • Strandferðslan – bert siglandi fólki – vísandi til §45a um minimum sigling
  • Uttanríkis- og Vinnumálaráðið (bert aðalráðið sjálvt)

Samstundis boðar Starvsmannafelagið í serskiltari fráboðan til Kommuna Arbeiðsgevarafelag frá tilsvarandi samhugaverkfalli fyri allar limir felagsins, sum arbeiða hjá kommununum, kommunalum felagsskapum og kommunalum dagrøktarskipanum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Andaktin
208776
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764