Dupultmandat krevur loyvi frá býráðnum

16.01.2018 - 13:06
Innlendis›Politikkur
Dupultmandat krevur loyvi frá býráðnum
Um frávikið um dupultmandatið hjá Kristini Michelsen verður tikið aftur, má hann velja annan sessin, sambært lóggávuni á kommunala økinum
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri og løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin

Um ein borgarstjóri, sum eisini situr í løgtinginum, ikki fær frávik frá býraðnum til at røkja bæði borgarstjóra og løgtingssessin, so er hann noyddur at siga annan sessin frá sær. Tað sigur deildarstjórin á Kommunala eftirlitinum, Hilmar Høgenni.

Talan er um ein hypotetiskan spurning. Men Kristin Michelsen borgarstjóri á Tvøroyri og løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin hevur alment sagt, at áleggur nýggi meirilutin í Tvøroyrar býrað honum at veja millum borgarstjóra- og løgtingsessin, so velur hann borgarstjórasessin, samstundis sum hann ikki fer at siga løgtingssessin frá sær. Hann fer í staðin ikki at møta til nakran tingfund. Men hetta er ikki ein møguleiki sambært Hilmari Høgenni, leiðara fyri Kommunala eftirlitið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213