Búnaðargrunnurin strikar skuld á 39 mió.

09.02.2018 - 12:41
Innlendis›Samfelag
Búnaðargrunnurin strikar skuld á 39 mió.
Búnaðargrunnurin hevur lænt næstan 40 milliónir krónur út, sum nú ikki kunnu krevjast inn aftur.

Talan er um sera gomul lán, har lántakarin ongan møguleika hevur at gjalda aftur, sigur Regin Ingolfsson Jakobsen, stjóri í Búnaðargrunninum.

Útlitini til at fáa nakran pening inn aftur er ikki til staðar, sigur hann. Hetta er eisini orsøkin til, at Búnaðargrunnurin hevur uppgivið at krevja 39,7 milliónir krónur aftur, sum grunnurin hevur lænt út yvir eitt longri áramál.

Búnaðargrunnurin er ein peningastovnur, sum veitir lán til føroyska landbúnaðin. Hann virkar sum ein vanligur peningastovnur, og tað merkir, at festarin, ella bóndin sjálvur, heftir persónliga fyri lán, sum hann tekur.

Nú hevur Búnaðargrunnurin kortini valt at avskriva skuld fyri 39,7 milliónir krónur.

Men at avskriva skuld er ikki nakað, sum Búnaðargrunnurin lættliga fer í holt við, sigur Regin Jakobsen.

Tað skal við øðrum orðum vera púra vónleyst at fáa pengarnar aftur.

 

Hoyr samrøðu við Regin Jakobsen í brotinum omanfyri. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672