7,2 mió. til fiskivinnuroyndir

12.02.2018 - 16:03
InnlendisVinna
7,2 mió. til fiskivinnuroyndir
Fiskivinnuroyndir er ein árlig játtan á fíggjarlógini, har peningur verður settur av, ið skal brúkast til at menna føroyska fiskivinnu

7.2 milliónir verða í 2018 settar av á fíggjarlógini til fiskivinnuroyndir. Eftir ætlan skal tann upphæddin vaksa við einari millión í 2019.

Fiskivinnuroyndir hevði framløgu á Hotel Føroyum í dag. Hetta er 10. ferð, at framløgan er, har verkætlanarleiðarar greiða frá og siga, hvat er komið burturúr. Á skránni vórðu nógvar framløgur og tær spentu ógvuliga víða - frá trollemmum til útbreiðslu av blálongu undir Føroyum.

Seinastu 10 árini eru 130 verkætlanir stuðlaðar úr Fiskivinnuroyndum og Eilif Gaard sigur, at hóast allar verkætlaninar ikki hava flutt nakað ítøkiligt, so hevur stuðulsskipanin flutt vinnuna framá.

Nýggjan Fiskivinnugrunn

Endamálið hjá Fiskivinnuroyndum er breitt og dentur verður lagdur á at veita stuðul í breiðastu merking, ið kann flyta vinnuna framá.

Landsstýrið hevur sett ein nýggjan grunn á stovn, ið eitur Fiskivinnugrunnurin. Endamálið við honum líkist nógv tí hjá Fiskivinnuroyndum, og hann skal millum annað eisini verða við til at menna fiskvinnuna í Føroyum.

Hóast tað enn er ógreitt, hvørt tað verður tørvur á skipanini Fiskivinnuroyndir, tá Fiskivinnugrunnurin er komin at koyra, so heldur Eilif Gaard tað verða positivt, at enn størri fokus verður lagt á gransking og menning í fiskivinnuni.

Hoyr innslagið omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356