- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin: Føroyska bíbliubeltið
Amerikanarar hava sítt bíbliubelti og vit føroyingar hava eisini okkara. Sjálvandi er hetta heitið óformligt, men talan er um greitt definerað landaøki, har sosialt konservativur kristindómur spælir stóran leiklut, bæði í samfelagi og í politikki.
Hóskvøldið tann 15. februar verður nýggja sendingin um átrúnað í Føroyum send í sjónvarpinum. Afturat meginsøguni, sum verður søgd úr mongum ymsum sjónarhornum, so hevur Heini í Skorini eisini fingið stóra spurnarkanning um átrúnað gjørda.
Ein spurnarkanning sum m.a. staðfestir tað, mong hava vitað frammanundan, at sum heild eru fólk í Eysturoynni og í Norðoyggjum meira trúgvandi enn í miðøkinum, og at hesin landafrøðiligi munurin er gjøgnumgangandi í øllum spurningunum, sum settir verða.
Radarin hevur roynt at fingið hendur á hesi kanningini, men tað hevur bara eydnast okkum at fáa ein lítlan part av henni. Heini í Skorini og Hans Petur Hansen vilja ikki hava alt fortalt, áðrenn sendirøðin verður send.
Hoyr tann partin av Radarinum, sum viðger føroyska bíblubeltið, omanfyri.
Tak niður
Sí eisini