Stjóraskifti á Trygd

28.02.2018 - 12:38
InnlendisVinna
Stjóraskifti á Trygd
Nýggjur stjóri í tryggingarfelagnum hjá Nordik-samtakinum er Brian Smedemark, sum tekur við í starvinum beinanvegin
Turið F. Arge, nevndarforkvinna í Trygd, Brian Smedemark og Janus Thomsen
Mynd: TRYGD  

Eftir eitt sera tepurt úrslit fyrraárið, hevði tryggingarfelagið hjá Nordik-samtakinum næstan 15 milliónir í úrsliti fyri skatt í fjør, tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi.

Hetta er gott úrslit, heldur Janus Thomsen, stjóri, sum nú leggur frá sær sum stjóri í Trygd. Hoyr samrøðu við Janus Thomsen í brotinum omanfyri.

-  Janus hevur verið ein fyrimyndarligur stjóri og starvsfelagi, og hann hevur uppiborið stóra tøkk og virðing fyri sítt arbeiði og tey mongu góðu úrslit, ið hann hevur rokkið. Hann hevur ment nýggjar og slóðbrótandi tryggingar, økt um kundaskaran og styrkt kappingarstøðuna hjá felagnum munandi. Tað er sostatt eitt sterkt og nýhugsandi Trygd, sum vit nú kunnu lata upp í hendurnar á nýggju leiðsluni at føra víðari fram á leið, sigur Turið F. Arge, nevndarforkvinna í Trygd.

Fyrireikað stjóraskiftið eina tíð

Nevndin og Janus Thomsen hava fyrireikað stjóraskiftið í eina tíð, og nýggjur stjóri er nú settur, stendur í tíðindaskrivinum.

Nevndin fegnast um, at Brian Smedemark hevur játtað at taka við stjórastarvinum eftir Janus Thomsen. Brian er 37 ára gamal, útbúgvin búskaparfrøðingur og hevur eitt nú starvast sum fíggjarstjóri í Føroya Tele (2013-2016) og sum marknaðarstjóri í Tele-Post í Grønlandi (2016-2017).

Nýggi stjórin byrjar í starvinum beinanvegin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204