Skorheim: fortreytirnar eru broyttar

07.03.2018 - 11:47
InnlendisPolitikkur
Skorheim: fortreytirnar eru broyttar
Fyritreytirnar fyri semjuni um pensjónsnýskipanina eru broyttar, heldur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri

Orsøkin er, at Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, fyrr í ár boðaði løgmanni frá, at hann atkvøður frá máli til mál.

- Fortreytirnar eru broyttar hóast alt, við tað at tann eini tinglimurin, sum var partur av samgonguni, hevur sagt, at hann fer at atkvøða frá mál til mál, sigur Jógvan Skorheim. 

- Tað er soleiðis, at tá man ger eina avtalu, so gongur man eisini út frá tí, at í einari samgongu eru tað allir samgongulimir i øllum samgonguflokkum, sum eisini taka undir við tí avtaluni, sum man nú eina ferð ger, sigur hann.

Tilsaman fimm uppskot eru partur av pensjónsnýskipanini. Uppskotini liggja í Fíggjarnevndin og Trivnaðanevndini, tí talan er bæði um fíggjarmál og almannamál.

Uppskotini høvdu fyrstu viðgerð 16. januar, og hava sostatt ligið í nevnd í seks vikur.

Hoyr samrøðu við Jógvan Skorheim omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590