Borgarstjórin velur Klaksvík fram um løgtingið

Borgarstjórin velur Klaksvík fram um løgtingið
Jógvan Skorheim verður ikki á lista D á næsta løgtingsvali
Nógvar stórar verkætlanir skulu fremjast í Klaksvík, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum fer úr landspolitikki.
 
21.10.2014 - 07:39

Jógvan Skorheim í Klaksvík stillar ikki upp til næsta løgtingsval.

Tí boðaði hann Sjálvstýrisflokkinum frá á landsfundi floksins í gjárkvøldið.

Jógvan Skorheim er borgarstjóri í Klaksvík, og hann fer næstu árini at brúka alla sína politisku orku til býráðsarbeiðið í Klaksvík.

- Vit eru mitt í eini spennandi tíð í Klaksvík við einum sera góðum meirilutasamstarvi í býráðnum. Hetta arbeiðið vil eg raðfesta fram um annað politiskt arbeiði komandi árini, sigur Jógvan Skorheim.

245 atkvøður

Jógvan Skorheim fekk næst flestar atkvøður á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum á løgtingsvalinum 29.oktober í 2011. Hann fekk 245 atkvøður. 

Í dag fer Kári P. Højgaard, løgtingsmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum, til New York á aðalfundin hjá ST.

Tað verður kortini ikki Jógvan Skorheim, sum kemur í tingið fyri hann, men nummar trý á listanum, Kristianna Winther Poulsen.

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040