Samstarvið ikki nóg gott

09.03.2018 - 10:13
InnlendisPolitikkur
Samstarvið ikki nóg gott
Samstarvið millum formannin og næstformannin í Sambandsflokkinum hevur ikki verið nóg gott, heldur formaðurin í valfelagnum Samhaldi

Samstarvið millum formannin og næstformannin í Sambandsflokkinum hevur ikki verið nóg gott, og tí vil valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni, Samhald, hava nýggjan næstformann.

Samhald hevur skotið Helga Abrahamsen, tingmann, upp sum valevni til sessin sum næstformaður ímóti Magna Laksáfoss, sum í løtuni er næstformaður í Sambandsflokkinum.

Hans Kristian Abrhamsen er beiggi Helga Abrahamsen, men Hans Kristian Abrahamsen sigur, at tað ikki var hann, ið skjeyt beiggja sín upp, sum valevni til næstformansessin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044