- Minnilutastjórnir elva til inklusivt tingarbeiði

11.03.2018 - 12:20
InnlendisPolitikkur
- Minnilutastjórnir elva til inklusivt tingarbeiði
Tað heldur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri í Danmark, sum vitjaði á Landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í gjár.

Minnilutastjórnir- ella samgongur elva til eitt betri og meira inklusivt tingarbeiði, og eisini til meira varandi politisk úrslit.

Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, sum var til landsfund hjá Sambandsflokkinum í gjár.

Í løtuni hevur Føroyar eina minnilutasamgongu, men hetta er óvanligt í føroyskum politikki.

Lars Løkke Rasmussen vil ikki blanda seg í føroyska tingarbeiðið, men av egnum royndum heldur hann eina minnilutasamgongu vera nakað, sum tvingar tingfólk at arbeiða semjusøkjandi.

Og varandi politisk úrslit hava positivar avleiðingar fyri vinnulív og samfelagsbúskap, sigur hann.

Hoyr brot úr samrøðuni við Lars Løkke Rasmussen omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904