- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinleiðis úr Studio 5

Hvat hendir, tá hiphop, funk, rokkur og fólkatónleikur verða blandað saman í eina nýggja ljóðmynd?
Vit fáa eitt boð í hesi sending, tí dagsins bólkur ferðast leikandi lætt millum alskyns tónleikasløg.
Fimm ungir tónleikarar manna bólkin Lazarus, har rútmur, spæligleði og ymiskur tónleikaligir íblástur hittast.
Sjálvur siga teir ljóðmyndina vera fuktiga, feita og stinkandi.
Manningin er:
- Lazar Ilic - sang
- Andrias Nólsoy - klaver
- Mathias Waag Lassen - gittar
- Tummas Árni Dam Christophersen - bass
- Rógvi Reynstind - trummur

Beinleiðis úr Studio 5
Beinleiðis úr Studio 5 er sending við livandi tónleiki. Bólkar og einstaklingar, sum hava hug at royna seg, verða boðin í útvarpsstovuna at spæla.











