- Einki disiplinermál reist móti Bjarna Hammer

12.03.2018 - 12:37
InnlendisPolitikkur
- Einki disiplinermál reist móti Bjarna Hammer
So avgjørdur er Jógvan Páll Lassen, advokatur hjá Bjarna Hammer.

Jógvan Páll Lassen, advokatur hjá Bjarna Hammer, sigur, at fyri teirra viðkomandi er málið nú liðugt.

John Kølbæk, fúti, sigur í samrøðu við heimasíðuna in.fo í dag, at teir nú skulu taka støðu til disiplinersakina og um grundarlag er fyri henni.

Jógvan Páll Lassen kennir seg tó vísan í, at Bjarni Hammer hevur einki skeivt gjørt, og tí verður eingin disiplinersak reist. 

- Málið er liðugt nú. Tað sum Sosialurin blásti upp, har var einki aftanfyri, og nú royna tey at halda gongd í søguni við, at nú skal disiplinersak verða. Men tað verður heldur eingin disiplinersak, tí her er einki disiplinert farið fram, sigur Jógvan Páll Lassen millum annað.

Jógvan Páll Lassen sigur, at málið byrjar við, at nakrir persónar saman við Sosialinum vildu fella Bjarna Hammer vegna hansara politisku sannføring um fiskivinnunýskipanina.

- Har er einki at koma eftir, sigur hann standfast.

Hoyr samrøðuna við Jógvan Páll Lassen omanfyri. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947