Uppskot um at knýta Fámjins- og Hvalbiartunnilin

13.03.2018 - 12:40
InnlendisPolitikkur
Uppskot um at knýta Fámjins- og Hvalbiartunnilin
Uppskot til samtyktar er lagt fyri tingið, ið skal knýta Hvalbiar- og Fámjins tunnlarnar saman. Jenis av Rana sigur, at soleiðis fæst tað bíligari

Sambært Jenis av Rana kann tað gerast einar 20 milliónir krónur bíligari á henda hátt.

Uppskotið snýr seg um at knýta Fámjins- og Hvalbiartunlarnar saman og bjóða teir út sum eina verkætlan. Bæði andstøðu- og samgongutingfólk hava lagt fram uppskotið fram.

Uppskotstillar eru Jenis av Rana, Kaj Leo Holm Johannesen, Jacob Vestergaard, Heðin Mortensen og Kristin Michelsen.

Sambært Jenisi av Rana, ið hevur gjørt uppskotið, so eru tað fleiri fyrimunir við at gera verkætlanina á henda hátt.

Ein er tann fíggjarligi parturin. Ein annar er, at bøta um støðuna í Fámjin. Ein triðji er, at tunnilstoymi, ið skuldi byrja í Fámjin, nú kann fara aðrastaðni.

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at upprunaliga hevði hann sjálvur ætlað, at Fámjinstunnilin skuldi tengjast saman við Hvalbiartunlinum, men politisk undirtøka fekst ikki fyri tí.

Henrk Old leggur dent á, at hetta er eitt uppskot til samtyktar, og tí skal tað takast við tí fyrivarni, ið hartil hoyrir. Skuldi tað tó víst seg, at hetta var tað einasta, sum bar til, so vísir hann tí ikki aftur.

 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Kvørnin: "Future Sports", Baldur
209322
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207