Hava fingið meira inn í skatti

Hava fingið meira inn í skatti
Flestu kommunurnar í Suðuroynni hava fingið meira inn í skatti higartil í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Størsti vøksturin var í Hvalba
Allar kommunur, uttan ein, í Suðuroynni hava fingið meira inn í kommunuskatti teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár enn í 2015. Størsti vøksturin var í Hvalba
 
04.03.2016 - 08:03

Kommunurnar í Suðuroynni fingu í januar og februar góðar 23.3 milliónir inn í kommunuskatti. Tað er góðar 2.7 milliónir meira enn sama tíðarskeið í fjør, skrivar sudurras.fo

Vøksturin í inntøkunum er 12,9 prosent. Allar kommunur uttan Fámjins kommuna hava fingið meira inn í kommunuskatti í januar og februar í ár enn í fjør.

Lutfalsliga størsti vøksturin er í Hvalbiar kommunu. Kommunan fekk í januar og februar í ár 22,58 prosent meira inn í skatti samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342