Bara ein festari boðin á ástaðarfund

14.03.2018 - 16:35
InnlendisVinna
Bara ein festari boðin á ástaðarfund
Poul Adrian í Homrum og Erik Heinesen vórðu ikki hoyringarpartar á ástaðarfundinum, ið Yvirfriðingarnevndin helt í sambandi við ætlanina hjá KOKS
KOKS skal eftir ætlan lata upp í húsinum hjá Betri Frammi við Gjónna.

Teir hava hava hagapartar í økinum, har matstovan skal verða. Men Poul Adrian í Homrum og Erik Heinesen vóru ikki hoyringarpartar á ástaðarfundinum, ið Yvirfriðingarnevndin helt í sambandi við matstovuætlanina hjá KOKS Frammi við Gjónna.

Tríggir festarar eru við Leynavatn Kollfarðamegin. Á ástaðarfundinum, sum Yvirfriðingarnevndin helt herfyri, var bert ein av teimum innkallaður saman við Búnaðarstovuni, har høvi varð at siga sína meining um ætlanirnar hjá KOKS at hava matstovu í húsinum hjá Betri Frammi við Gjónna.

Eitt mistak

Poul Adrian í Homrum, ið umsitur Hamrahaga, har sandurin gongur ígjøgnum, varð ikki innkallaður. Sjálvur metir hann, at hann átti eitt pláss á fundinum.

Erik Heinesen, sum umsitur Leynahaga frammanfyri húsini, har vegurin niðan til húsini fer í gjøgnum, metti seg eisini eiga ein sess á fundinum. 

Metir ikki ætlanirnar hava negativ árin

Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni, sigur, at tað var ein feilur, at teir ikki vóru við, men at teir fáa møguleikan nú. 

Tróndur Leivsson sigur, at ferðslan á sandinum, ið er økið hjá Poul Adrian í Homrum, allarhelst ikki økist meir, enn hon longu er nú, men at tað sakar einki, at eisini hann sleppur framat at siga sína hugsan.

Tó er hann ikki bangin fyri, at tað fer at hava stór árin á náttúruna, tá matstovan flytir inn, tí har eru longu nógvir bilar frammanundan. Samstundis hevur KOKS lagt fram, at tað verður til dømis ikki loyvi at koma til við privatbilum, og tí verður ferðslan skipað betur, enn hon er nú.

Hoyr innslagið omanfyri. 
 

 
Er kopiera

Sí eisini

01.08.19
97259
31.07.19
97208
19.02.19
91418
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201