Vilja hava grundgeving

14.03.2018 - 16:36
InnlendisPolitikkur
Vilja hava grundgeving
Fiskimálaráðið skal grundgeva betur fyri, hví uppboðssølan av ávísum fiskirættindum skal verða á afturlatnari uppboðssølu heldur enn opnari

Tað siga bæði Fiskivinnuráðið og Reiðarafelagið, sum vilja hava grundgeving frá Fiskimálaráðnum viðvíkjandi afturlatnari uppboðssølu av rættindum at veiða svartkjaft, norðhavssild, makrel og tosk í Barentshavinum.

Ætlanin er at skipa fyri afturlatnum heldur enn opnum uppboðssølum. Men Fiskivinnuráðið vil hava Fiskimálaráðið at grundgeva betur fyri, hví tey hava valt at brúka afturlatnar uppboðssølu, heldur enn eina opna uppboðssølu.

Fiskivinnuráðið mælir til, at uppboðssølurnar verða opnar, har møguligir keyparar hava ein betur møguleika at fylgja við gongdini á uppboðssøluni, sigur Jóanna Djurhuus, forkvinna í Fiskivinnuráðnum.

Eitt sjónarmið, sum Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, eisini tekur undir við.

Stefan í Skorini vísir á, at í eini opnari uppboðssølu er tað opið hjá luttakarum at síggja, hvussu nógv ein bjóðar uppá eina givna nøgd. Vansin við eini afturlatni upboðssølu, sambært Stefan í Skorini, er, at nógvir upplýsingar mangla hjá teimum, ið bjóða á uppboðssøluni.

Hoyringsfreistin til kunngerðina er úti í morgin, 15. mars. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vil ikki gera viðmerkingar til málið, meðan kunngerðin er til hoyringar.

Hoyr innslagið omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615