Føroyar luttaka ikki í revsiátøkum móti Russlandi

17.03.2018 - 12:28
Innlendis
Føroyar luttaka ikki í revsiátøkum móti Russlandi
Føroyar fara ikki at luttaka ella fremja revsiátøk móti Russlandi. Tað er ov ógreitt, hvat málið snýr seg um, sigur landsstýrismaðurin

USA, Stóra Bretland, Frakland og Týskland sendu hósdagin út eina yvirlýsing, har tey vísa á, at tað er Russland, sum hevur skipað fyri eiturálopinum á fyrrverandi russiska njósnaran, Sergej Skripal, og dóttrina, Juliu, í bretska býnum Salisbury 4. mars.
Bretland hevur í kjalarvørrunum av eiturálopunum sett í verk revsitiltøk ímóti Russlandi, har millum annað 23 russiskar diplomatar eru sendir av landinum. Í dag boðaði Russland frá, at teir senda 23 bretskar diplomatar úr Russlandi.
Russland hevur higartil noktað fyri at hava nakað við álopið at gera.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615